Dystarfrásøgn: KÍ hevði eina rúgvu av mál møguleikum, men inn vildi bólturin ikki, meðan TB hótti líka til síðsta bríksl.
KÍ venjarin hevði gjørt fleiri broytingar til dagsins dyst. Jákup B. Andreasen byrjaði í miðverjuni, meðan Heðin Klakstein byrjaði mitt á miðjuni. Hesar broytingar eydnaðust ikki nóg væl og í hálvleikinum vóru teir báðir aftur á sínum vandu plássum, har Ísak Simonsen síðani kom inn í miðverjuna.
Fyrstu løtuna var kaos í TB verjuni og longu innan ein minutt hevði KÍ havt sínar fyrstu tveir stóru mál møguleikar. Og uppá tann seinna skoraði Jóannes Bjartalíð. KÍ bleiv við at trýsta og eftir fyrsta korterið endaði roynd hjá Páll á stongini. Eftir hetta kom TB betri við og tað nærmasta var, tá Hervé Din Din skeyt fríspark á stongina. Í 36. minutti kundi Niels Pauli Danielsen havt skorað, men TB leikari bjargaði á strikuni.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri stórar møguleikar at økja og serliga Páll A. Klettskarð kundi havt skorað, men inn vildi bólturin ikki hjá honum í dag. Í 68. minutti kundi KÍ havt økt, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu til Jóannes Bjartalíð, sum tá var púra leysur við málverjanum. Ein ivasom avgerð sum áskoðarar og leikarar á heimaliðnum í øllum førum vóru sera misnøgdir við. TB spældi við tveimum álopsleikarum og vildi allatíð spæla við, tí ongantíð var talan um, at TB hevði alt liðið afturi í verjustøðu. Men teir stóru møguleikarnar fekk TB ikki, hóast onkrar góðar støður vóru. 1-0 var endaliga støðan.
Stór áskoðarafjøld fekk oddasessin við til hús
At áhugin í Norðoyggjum er stórur fyri KÍ í løtuni, nú KÍ í løtuni er partur av oddastríðnum, sást aftur á áskoðarafjøldini í góðveðrinum í dag. Til at vera dyst millum KÍ og TB var áskoðarafjøldin óvanliga stór, tí TB hevði nærum ongan áskoðara við sær. Og KÍ áskoðararnir fóru væl nøgdir til hús, tí við javnleikinum hjá B36 legði KÍ seg einsamalt á odda í Effodeildini í dag. TB, har nýggi málverjin Pedrag Markovic saman við Teiti Olsen í miðverjuni vísti stórspæl, spældi við allan vegin, men KÍ var betra liðið og hevði nógv teir flestu og størstu møguleikarnar. Hjá KÍ vóru mest sannførandi avrikini í verjupartinum íroknað málverjanum, sum enn einaferð helt málið reint. Samanlagt var sigurin hjá KÍ fult uppiborin.




