KÍ boðar í dag frá, at nýggjur leikari til álopspartin hevur gjørt sáttmála við felagið.
Talan er um 31 ára gamla danan, Anders Holvad, sum síðani 2017 hevur spælt við Fredericia í Danmark. Hann spælir bæði sum kantur og sum álopsleikari. Í 2016 spældi hann 11 dystir fyri Hobro í Superliguni.
Farna kappingarár spældi hann 34 dystir og skoraði 7 mál fyri Fredericia í næstbestu donsku deildini. Tilsamans er hann skrásettur fyri 153 dystir og 38 mál í næstbestu donsku deildini.
Nýggi leikarin kemur til landið týsdagin, og tí er møguleiki fyri, at hann verður í hópinum móti B36 19. juni. Avtalan er galdandi fram til kappingarenda 2023.



