Eitt nýtt venjingarhøli í kjallaranum í KÍ-høllini er útgjørt við bonkum til styrkivenjing, súkklum, fimleikarimum og aðrari útgerð
Nú er eitt nýtt venjingarhøli í KÍ-høllini klárt at taka í brúk. Hølið er í kjallaranum, og skal tað virka sum eitt sonevnt fitness-rúm, har spælarar kunnu venja styrki, fimleik, gera øvilsir av ymsum slagi og eisini venja upp eftir skaðar.
KÍ hevur leingi droymt um at fáa eitt slíkt rúm, og nú er tað blivið veruleiki. Tað eru góðar kreftir í KÍ, sum við hjálp frá monnum sum Jón Purkhús, Andras Joensen og Andor Isaksen hava smíðað, sett saman og gjørt klárt.
Útgerðin í hølinum er fingin vega ymsastaðni frá, og samstarv er eisini gjørt við felagið Treysti, sum skal hava rennibandið standandi í hølinum.
Hølið er fyrst og fremst ætlað teimum vaksnu spælarunum í felagnum, sum nú kunnu gera styrkisvenjingar uttan um vanligu venjingartíðina, men eisini yngru spælararnir kunu fáa gleði av rúminum til fimleikavenjing og annað.




