Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

KÍ-fjepparaløtan á Spinnarínum

Oliver Joensen

Nógv fólk møttu til KÍ fjeparaløtuna á Spinnarínum í dag, báðir hóparnir í fremstu deildunum hjá KÍ, menninir og kvinnurnar vóru møtt í búna og harafturat nógv hjáparfólk í bláum, ið fingu alt at ganga sum eftir einum snóðri.

Tað var Jákup Eydnugarð, sum saman við Bláu Bylgju, ið vóru fyrireikarar. Spennandi var at hoyra fyrilestrarnir hjá Eiriki í Jákupsstovu, mentanarleiðara í Klaksvíkar Kommunu, um stadionøkið og Mikkjal Thomasen, um hópin hjá KÍ.

Pætur við Keldu og Karl Martin Samuelsen undirhildu við KÍ sangi og hjálparfólk hjá KÍ syrgdu fyri, at vit øll høvdu tað hugnaligt og fingu eitthvørt gott afturvið kaffinum og eisini pitsa. Harafturat fingu børnini ballónir, alt var ókeypis.

Eitt fínt tiltak, ið kanska kundi verið afturvendandi í kappingarárinum.

Harleyfacadeacryl