Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fólk fingu fleiri steyp

Jákup Ósá

Í kvøld blivu ársins bestu í føroyskum fótbólti vald.

Tað var Miðlahúsið og FSF, ið skipaðu fyri tiltakinum. KÍ umboð vunnu fleiri av steypunum, sum vóru latin til tey bestu. Jóannes Bjartalíð fekk heiðurin sum ársins ungi leikari, Maria K. Thomsen sum ársins miðvallarleikari, ungi leikari og toppskjútti, Ana Ivanov sum ársins málverji, KÍ venjaratoymið sum ársins venjarar og Áron Sofus Vest bleiv ársins dómari í kvinnudeildini.

Ársins leikari hjá monnum bleiv Lukasz Cieslewicz og hjá kvinnum Heidi Sevdal.



Ársins málverji

Kvinnur: Ana Ivanov, KÍ

Menn: Tórður Thomsen, B36


Ársins verjuspælari

Kvinnur: Rakul Magnussen, EB/Streymur/Skála

Menn: Odmar Færø, B36


Ársins miðvallari

Kvinnur: Maria K. Thomsen, KÍ

Menn: Lukasz Cielsewicz, B36


Ársins áleypari

Kvinnur: Heidi Sevdal, HB

Menn: Klæmint A. Olsen, NSÍ

Ársins toppskjútti:

Maria K. Thomsen, KÍ

Klæmint A. Olsen, NSÍ


Ársins dómari:

Kvinnur: Áron Sofús Vest

Menn: Lars Muller


Ársins venjari:

Kvinnur: Venjaratoymið hjá KÍ

Menn: Eyðun Klakstein, B36


Ársins ungi spælari:

Kvinnur: Maria K. Thomsen, KÍ

Menn: Jóannes Bjartalíð, KÍ


Ársins spælari:

Kvinnur: Heidi Sevdal, HB

Menn: Lukasz Cieslewicz, B36


Niðanfyri eru myndir, ið Álvur Haraldsen hevur tikið.

Harleyfacadeacryl