So kann tað endaliga staðfestast: Rodrigo Silva kemur aftur til KÍ!
So kann tað endaliga staðfestast: Rodrigo Silva kemur aftur til KÍ! Fyribils er talan um royndarvenjing.
Skrivað hevur: Jákup Ósá
Dagfesting: 22. feb. kl. 23.42
Fyrr í kvøld skrivaði Norðlýsið, at brasilski leikarin Rodrigo Silva var á veg til KÍ. Tað var tó ikki endaliga staðfest, men tá Norðlýsið tosaði við KÍ formannin Tummas Lervig seinni í kvøld kundi hann vátta, at tann tekniskt sterki álopsleikarin kemur til KÍ.
– Í kvøld tóku vit endaliga avgerð um, at Rodrigo Silva kemur til eina royndarvenjing hjá okkum. Hann verður væntandi í Klaksvík týskvøldið, um alt gongur sum tað skal. Tað eru nøkur ár síðani, at hann var hjá okkum, so vit mugu síggja, hvussu hansara støða er. Men Rodrigo hevur líka síðani hann fór í 2008 altíð varðveitt góða sambandið við klaksvíkingar. Vit vóru væl nøgdir við hann í 2008, so nú fáa vit at síggja. Vit eru eisini samdir við Rodrigo um treytirnar í einum møguligum sáttmála, men fyrst vilja vit síggja, hvussu hann er fyri og um hann kann gera ein mun. Vit hava valt at gjørt hetta, tí vit halda, at kanska manglar liðnum alternativir í álopspartinum, har hópurin kanska er nakað tunnir, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.
Les aðrar greinar um Rodrigo:




