KÍ er ikki longur felagið við flest A-landsliðsleikarum.
Tá A-landsliðið var samlað í mars mánað, var KÍ tað felagið, sum var best umboðað við fimm leikarum (Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen, og Jóannes Bjartalíð) av 25 leikarum. Soleiðis er ikki hesaferð nú tveir venjingardystir eru á skránni. KÍ hevur bara tveir leikarar, Heina Vatnsdal og Odmar Færø, av teimum 23, sum fyribils eru úttiknir. Fleiri leikarar vera møguliga úttiknir, tá teirra koronastøða verður greiðari, men sum skilst eru KÍ-leikarar ikki millum hesar leikararnar.
Mest óvæntað er, at høgri bakkurin, Jóannes K. Danielsen, ikki er úttikin. Hann hevur skarað framúr sum besti høgri bakkurin í føroysku kappingini í ár og hevur eisini staðið seg væl á landsliðnum, tá hann hevur fingið møguleikan. Hansara pláss hevur René S. Joensen tikið, sum eisini hevur spælt væl í ár, men hansara pláss hevur sum oftast verið á øðrum plássum enn høgra bakki. Toppskjúttin hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, er skaddur, meðan leikarin við flest málstigum, Árni Frederiksberg, í samrøðu við Norðlýsið í vetur váttaði, at hann hevði givið avboð og er tí ikki tøkur til landsliðið.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Rene Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Heðin Hansen, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur



