Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ – FS Vágar 2-0 (1-0): Fyrsta landskappingarmálið hjá Símuni Joensen í ár

(
John Færø)

Tað var ein forloysandi løta fyri allar KÍ-leikarar og –áskoðarar, tá Símun Joensen í 23. minutti skallaði bóltin í mál eftir hornaspark frá leikandi venjaranum, Jan Joensen. Í seinna hálvleiki var tað Atli Danielsen, sum legði upp til Hjalgrím Elttør, sum smekkaði trygt í mál til 2-0.

Tað kendist sum ein lætti hjá øllum KÍ-viðhaldsfólkum og –leikarum, tá Símun Joensen í 23. minutti sendi hornasparkið frá Jan Joensen venjara í mál.
Innleggið kom úr vinstru síðu, og Símun rann fram ímóti fremru stong, haðani hann skallaði sítt fyrsta máli í landskappingini í ár.
Sigast má, at hann valdi sær røttu løtuna til fyrsta málið, nú KÍ vikuna frammanundan hevði verið á knøunum eftir avsmurningin í Gundadali.

KÍ betra liðið.
FS Vágar spældu seg til onkrar málmøguleikar í dystinum.
Einaferð slapp Jens Erik rættiliga fríur nokkso mitt fyri KÍ-málinum. Hann royndi at lobba upp um KÍ-málmannin, men Karstin bjargaði meistarliga.
Ein aðru ferð bjargaði Sámal Eyðfinn á málstrikuni, men samanumtikið var sigurin hjá KÍ tó ikki í stórum vanda.
KÍ var tað betra liðið.

KÍ leikti eina
4-4-2 skipan.

Annars leikti KÍ við eini 4-4-2 liðuppstilling.
Karstin Joensen var í mál, Símun Joensen var vinstri bakkur, Jan Andreasen og Sámal Eyðfinn Akursmørk vóru í miðverjuni og Harley Bertholdsen var høgri bakkur.
Framman fyri Harley leikti Atli Danielsen í høgru síðu á miðvøllinum. Jan og Allan Joensen vóru mitt á miðjuni og John Ryan var í vinstra borði á miðjuni.
Síðani vóru Ovi Nysted og Hjalgrím Elttør frammi.

Ovi skaddur.
Tá umleið hálvur tími var farin, fekk Ovi Nysted skaða í høvdið.
Bólturin varð spældur fram til Ova Nysted, sum leyp upp at skalla hann víðari, tá Jóhannes Joensen kom stórleypandi í krovið á Ova, sum datt niður av hesum samanstoytinum.
Av hesum var Ovi fyrst uttan fyri vøllin í áleið 6 minuttir, áðrenn hann varð settur innaftur, men tá gjørdist greitt, at okkurt var galið við Ova (helst heilaskjálvti), tí menn løgdu til merkis, at hann ikki var heilt við seg sjálvan.
Tá varð Ovi skiftur út fyri Eyðun Klakstein, sum fór í álopið fyri hann.

KÍ broytti
liðuppstilling.

Í hálvleikinum varð Leon Bjartalíð settur inn á miðvøllin fyri Allan Joensen, sum hevði trupulleikar við hælsinuni.
At enda í dystinum royndi FS Vágar at leggja trýst á við trimum áleyparum.
Tá broytti KÍ liðuppstillingina til eina 4-5-1 leikskipan, har Hjalgrím var einsamallur í álopinum.
Móti endanum varð Eyðun Klakstein drigin aftur á vinstra miðvøllin á plássið hjá John Ryan, sum samstundis flutti longur inn ímóti miðjuni.

Hjalgrím eitt
gott mál til 2-0.

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk KÍ aftur mál.
Atli Danielsen fekk bóltin á miðjuni og lobbaði hann fram til Hjalgrím Elttør, sum lat bóltin springa einaferð í jørðina, áðrenn hann smekkaði framvið nærru stongini í mál til 2-0.