Í einum til tíðir hart spældum dysti á Djúpumýru í Klaksvík ídag, vann KÍ sannførandi á FSVágum við tveimum málum móti ongum.
Hóast FSVágar til tíðir kom til málmøguleikar, so var tað KÍ, sum stóran part av dystinum ídag, stýrdi øllum. Fyrsta málið stóð Símin Joensen fyri í fyrra hálvleiki, tá hann við einum sera flottum stútara setti bóltin í netið. Í seinna hálvleiki var tað Hjalgrím Elttør, ið við einum góðum skoti setti bóltin í netið til 2-0.
Við hesum úrslitinum og orsakað av at HB leikti javnt móti B68 ídag, liggur KÍ nú á 2. plássi við 14 stigum, ímeðan oddaliðið HB hevur 15 stig.




