Í dag (sunnudagin 9/11) fóru formaðurin fyri Starvsnvendina í Klaksvíkar Ítróttarfelag og formaðurin fyri fótbóltsdeildina niður til Keypmannahavn at fundast við møgulig venjaraevnir
Í telefonsamrøðu úr Keypmannahavn sunnudagin vildi Markus Tummas Jacobsen einki siga um hvørjir hesir persónarnir vóru sum leiðlan í KÍ tosaði við.
Man formaðurin fyri fótbóltsdeildina hjá KÍ segði so mikið at talan var um fleir møgulig evni sum teir skuldu á fund við í morgin.
Gestur Hovgaard og Markus Tummast koma aftur til Føroyar týsdagin, og hóskvøldið verður ársfundur í fótbóltsdeildini, og eingin ivi man verða um at tað er eitt mál hjá formanninum í fótbóltsdeildini at koma við eini útmelding á fundinum hóskvøldi.




