24. august eru 110 ár síðani, at táverandi tennisfelagið bleiv stovnað.
24. august eru 110 ár síðani, at táverandi tennisfelagið bleiv stovnað.
Úr 50 ára minnisritinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar John Reid Bjartalíð m.a. soleiðis:
Ár 1904 tann 24.august kl 17.30 seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at geravirkisreglur fyri felagið.
Víðari var tað álagt nevndini at skipa so fyri, at felagið í framtíðini fekk rætt til at nýta tennisvøllin og vaksa um tað ”projekteraða” økið. Skilligt, so hava menn fingist við tennisspæl, áðrenn felagið varð íbirt.
—–
Klakksvíkar Ítróttarfelag hevur sína sermerktu søgu innan ítróttarlívið her á landið, við tað, at felagið ikki bert er eitt vanligt bóltfelag; men frá stovnanini av, er felagið byrjað á einum víðari grundarlagi, soleiðis var tað tennisleikur og hin fría ítróttin, ið fyrst varð íkað her í bygdini. Gerðabókin, sum er sera greið og væl skrivað frá stovningardegnum av, sigur gjølla frá teim amboðum, ið keypt vóru til hina fríu ítróttina, og hvussu tennisspælið tók seg upp, fór fram og vann sær ávøkstur.
Og ikki gloymdu teir tann mentunnarliga táttin: sjónleikin.
Til stuttleika kann nevnast, at dysturin millum oddaliðið B36 og føðingardagsfelagið byrjar kl. 17.30, sum er sama tíðspunkt, sum fyrsti fundurin hjá KÍ nakrantíð var hildin.
KÍ hevur vunnið FM heitið 17 ferðir:
1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991 og 1999.
Á myndini síggjast teir, sum vunnu fyrsta FM heitið í søgu felagsins.
Harafturat kann nevnast, at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM heitið 15 ferðir og harav 14 ferð á rað seinastu 14 árini. Alt bendir eisini á, at tað 15. FM heitið á rað kemur seinni í ár.




