Formaðurin í sp/f KÍ, Fríðin Ziskason, sigur at KÍ í løtuni fyrireikar eina kæru sum verður send FIFA/UEFA ein av komandi døgunum – og at hon verður sera umfatandi.
– Seinastu vikurnar eru nógv ymisk viðurskifti komin undan kavið viðvíkjandi teimum málum, sum eisini hava verið frammi í fjølmiðlunum. Tey mál, sum vit hava verið partur av hava vit fingið sera gott innlit í og í løtuni sita vit saman við løgfrøðingum og viðgera sera umfatandi skjalatilfar, og eg kann siga somikið at talan er um álvarsmál fyri føroyskan fótbólt.
– Viðvíkjandi kæruni til UEFA/FIFA kann stutt sigast at vit meta at sambært FIFA relum er tað beinleiðis kappingaravlagandi at ein leikari sleppur at flyta felag uttan fyri flytingarvindeygað – serliga tá onnur feløg fáa noktandi svar.
Høgni í Stórustovu – lítið virðiligur
– Eg eri sera harmur um tann leiklut sum forsetin í fótbóltssambandinum hevur havt – har hann persónliga hevur blandað seg inn í mál sum høvdu verið avgreitt umsitingarliga. Serliga í Mouritsenmálinum er framferðin hjá Høgna í Stórustovu sera ivasam har hann sum forsetið fer inn og luttekur í sjálvari viðgerðini av málinum og ávirkar avgerðina í kappingarnevndini – ein avgerð sum Aganevndin nú sigur seg ikki hava heimild at taka upp til nýggja viðgerð.
– Eg dugi ikki í løtuni at siga nær kæran verður liðugt orða – men vantandi verður hon handað UEFA/FIFA mándagin.




