Mikukvøldið spælir KÍ sín næsta venjingardyst. Dysturin verður leiktur í Hólmanum á Eiði móti EB/Streymi.
EB/Streymur hevur spælt tveir venjingardystir. Liðið vann 4-2 á B71 og tapti 4-1 móti 07 Vestur. KÍ hevur spælt ein venjingardyst, tá liðið tapti 3-2 móti B36. Hjá báðum liðunum hevur fitt av útskifting verið í hópunum í vetrarsteðginum og helst vera teir flestu av teimum nýggju leikarunum at síggja í hesum venjingardystinum. Besta mansliðið hjá KÍ hevur ongantíð áður leikt í Hólmanum á Eiði.
Dysturin í Hólmanum millum EB/Streym og KÍ verður mikukvøldið kl. 19.00.



