Ken Fagerberg var við í øllum málunum hjá 07 vestur, sum vann tryggan sigur í Klaksvík í dag í næstbestu deildini.
Við nógvum leikarum í KÍ-uppstillingini, sum hava nógvar royndir á hægri støði, so kundi ein kanska væntað, at talan fór at blíva um ein spennandi dyst, men so var ikki. 07 Vestur kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki og 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki, og so var dysturin avgjørdur. Ken Fagerberg var stóri leikarin hjá 07 Vestur. Hann skoraði tvey mál og var við í tí triðja. Móti endanum minkaði Aron Joensen um munin til úrslitið 3-1.
07 Vestur er á 2. plássi í 1.deild. Men bara eitt stig aftanfyri Víking við einum dysti færri. Tí bendur nógv á, at 07 Vestur flytur upp í ár.



