Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ gjørdi einki við EB/Streym

Oliver Joensen

Hóast ein javnan dyst, so var EB/Streymur sum so ofta fyrr meira effektivt og vann at enda ein tryggan sigur.

Tað vóru ikki meir enn 11 minuttir farnir, tá tað stóð 2-0 til EB/Streym. Og í veruleikanum var dysturin longu tá avgjørdur. Restina av dystinum leikti javnt á, har KÍ m.a. hevði tvær royndir á stengurnar. EB/Streymur økti til 3-0 í seinna hálvleiki, áðrenn KÍ ímóti endanum minkaði um munin til 3-1.

Sum heild var talan um ein dyst, har heimaliðið fekk betru byrjanina og legði grundarlagið har. KÍ stóð ikki nógv aftanfyri seinna partin av dystinum, men EB/Streyma sigurin var ongantíð í vanda. Úrslitið merkir, at bæði liðini hava fingið eina góðkenda byrjan, nú EB/Streymur hevur 8 stig og KÍ 6 stig.