Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ gjørdi einki við ÍF

Jákup Ósá

 Tað vóru fuglfirðingar, ið fingu øll 3 stigini, tá klaksvíkingar vitjaðu í dag.

KÍ byrjaði annars væl og høvdu yvirvág fyrsta partin av dystinum. Men seinna partin av fyrra hálvleikinum tók ÍF yvir. Beint fyri hálvleik kom ÍF á odda, tá Sørmundur Kalsø misti bóltin í miðverjuni og so kundi Clayton Soares einsamallur við málverjanum skora trygt til 1-0.

KÍ javnaði beint eftir hálvleik, tá mistak í ÍF verjuni gjørdi, at Páll A. Klettskarð kundi skora umvegis stólpan. Men javnleikurin helt ikki so leingi, tí í 63. minutti skoraði ÍF til 2-1, tá gott langskot frá Boga R. Petersen endaði í málinum umvegis bæði stongina og Gunnar á Steig, ið var óheppin í støðuni. Móti endanum staðfesti Jan Ellingsgaard ÍF sigurin, ið samanlagt var fult uppiborin móti einum KÍ liði, ið skapti alt ov lítið í seinna hálvleiki.

Við sigrinum helt ÍF støðuna á 2. plássi og sær út sum besta boðið til avbjóðara til HB, meðan KÍ misti týðandi fet í stríðnum um Europa plássini.