Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ gjørdi meistarastríðið spennandi

Jákup Ósá

Við einum sannførandi avriki vann KÍ ein uppibornan sigur á oddaliðnum HB.

HB valdi at bíða eftir KÍ, sum slapp at stýra dystinum fram til fyrsta málið kom. Men fáir stórir málmøguleikar vóru. Í seinna hálvleiki fekk KÍ hol á og mál frá Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð góvu KÍ eina 2-0 leiðslu. Men HB svaraði aftur til 2-1, og tí bleiv spenningur til endans. KÍ helt út og vann at enda uppibornan sigur.

Dagsins KÍ-avrik var sannførandi, har nógvir einstaklingar skaraðu framúr. M.a. Ole Erik Midtskogen í álopinum, sum HB ikki fekk bóltin frá uttan at gera fríspørk. Sigurin hjá KÍ skapar spenning í meistarastríðið, nú bara tvey stig skilja HB og KÍ.

Og so mugu vit nevna nýggja skýlið, ið við lívligum áskoðarum setti sín eyka dám á dystin.