Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ gjørt avtalu ein ungan spælara afturat

John William Joensen

18 ára gamli Sigmund Jacobsen hevur gjørt sáttmála við KÍ fram til 2008.

KÍ kunngjørdi í farnu viku avtalur við ungu spælararnar Mathias Samuelsen og Oddmar á Lakjuni, og nú hevur felagið eisini gjørt avtalu við Sigmund Jacobsen, um at hann verður knýttur at Formulaliðnum næstu tvey árini.



Sigmund er vinstrabeintur spælari, og hann hevur spælt mest í verjuni. Sigmund var millum annað á vøllinum, tá KÍ í seinasta leikumfari í fjør vann á EB/Streymi, og hóast hann ikki spældi allan dystin, vísti hann, at hann kann verða við á Formulastøðið.



– Vit hava styrkt okkum við nøkrum útlendskum spælarum til kappingina í ár, men tað er eisini umráðandi fyri okkum, at vit hava evnaríkar lokalar spælarar í 1. liðshópinum, og tí fegnast vit um avtalurnar, sum vit hava gjørt við fleiri ungar spælarar, sigur Palli Ziskason, stjóri sp/f KÍ. 





Kelda: www.ki.fo