Norðlýsið skilur, at KÍ ætlar ikki at góðtaka, at HB málverjin eftir útjavnandi málið sparkaði ein bólt eftir KÍ áskoðarunum.
Tað gekk sum so ofta fyrr heitt fyri seg, tá KÍ og HB spældu sunnudagin. M.a. var ein hending við HB málverjanum og klaksvíkinginum Teiti M. Gestsson. KÍ kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki eftir eitt sjálvmál frá júst Teiti M. Gestsson. Eftir málið sungu KÍ áskoðararnir í skýlinum “Teitur-Teitur-Teitur”.
Helst var hetta viðvirkandi til, at HB málverjin í 88.minutti segði takk fyri seinast, tá HB javnaði til 3-3. Fleiri vitnir, sum Norðlýsið hevur tosað við, siga, at hann tá tók ein bólt frá einum bóltdreingi og sparkaði hann inn eftir KÍ áskoðarunum í skýlinum. KÍ áskoðararnir vóru tá fult upptiknir av málinum í hinum endanum og tí fekk eingin vart seg í støðuni.
Tað, sum nú er hent, er, at KÍ hevur sent FSF fráboðan um hendingina, ið felagið ikki heldur kann fara framvið borðinum, vita góðar keldur at siga Norðlýsinum í kvøld. Sum skilst verður m.a. víst á, at tað bara var hepni ið gjørdi, at m.a. smá børn ella eldri fólk ikki kundu komið til stóran skaða í hendingini.
Norðlýsið fylgir málinum, og hvørja støðu FSF tekur í slíkum máli.




