Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ handilin hevur opið í kvøld

ki.fo

Í samband við at KÍ eru Føroyameistarar hjá bæði kvinnum og monnum 2021, hevur felagið gjørt nakrar FM blusur.

Nú er møguligt at ogna sær tær flottu nýggju FM2021 blusurnar hjá KÍ. Talan er um eina T-shirt við hvítum prenti og eina hettutroyggju við gull prenti. Báðar tvær fáast til menn, kvinnur og børn í øllum støddum.

Sera væl egnaðar at vísa sín stuðul teir seinastu dystirnar og sum eitt minni um eitt frálíkt kappingarár. Pláss skal vera fyri allari familjuni og tískil bjóða vit mongdaravsláttur við keyp at fleiri blusum.

Handilin við Djúpumýru hevur opið í kvøld ímillum kl 17-20, har møguligt verður at keypa hesar blusur, KÍ fløgg og mangt annað. KÍ skal spæla ímóti HB á Tórsvølli í morgin kl 19 og tískil er sera umráðandi at verða klæddur sum ein rættur Føroyameistari.

Klárar tú ikki at bíða so kunnu tær eisini keypast á nethandlinum hjá KÍ HER.

Leinkja: https://handil.ki.fo/shop/22-fm-2021/

Harleyfacadeacryl