Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-HB á Summar Festivalinum

Jákup Ósá

Kappingarskráin er komin til feløgini.

Hetta merkir, at feløgini kunnu gera viðmerkingar og gera onkrar innanhýsis broytingar, so hon skal altíð takast við fyrivarni, men vanliga blívur ikki tað stóra broytt.

 

1. umfar 8. mars verður hetta:

AB-B68

B36-EB/Streymur

NSÍ-Víkingur

07 Vestur-KÍ

Skála-HB

 

Í 2. umfari fær KÍ vitjan av NSÍ. Á norðoyastevnu fær KÍ vitjan av EB/Streymi. Á summar Festivalinum, um bæði liðini eru útsligin í altjóða kappingum, bresta KÍ-HB saman. Er minst annað liðið við, so er sannlíkt, at dysturin verður sunnudagin 9. august. Síðsta umfar verður 31. oktober. Tá eru dystirnir hesir:

HB-B36

KÍ-Víkingur

AB-07 Vestur

B68-NSÍ

EB/Streymur-Skála

 

Steypafinalan verður 5. september. Tað merkir, at hon er millum 21. og 22. umfar.