Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-HB hósdagin: Todi verður við

John William Joensen

Todi, Hjalgrím, Jákup, Páll, Atli, Heðin, Jan A., Kristoffur o.s.fr. – teir verða væntandi allir við á KÍ-liðnum ímóti HB hósdagin kl. 17:30

Sum skilst á lagnum, so er Todi klárur til HB-dystin, og roknað verður somuleiðis við Jákupi, men har er tó ikki heilt 100% vist enn.

KÍ fær helst ein sera torføran dyst ímóti sjálvum oddaliðnum, HB, sum kemur norður at starta Summarfestivalin við einum fótbóltsbraki.

KÍ-HB er altíð ein klassikari, eisini hóast tað í ár er talan um tvey lið í hvør sínum enda av stigatalvuni.

Úttalilsir hjá spælarum á báðum síðum vátta hetta sama, at KÍ og HB elska at spæla ímóti hvørjum øðrum.

Um nakrar dagar fyllir KÍ 105 ár, so tað hevði verið ein góð føðingardagsgáva til felagið, um besta liðið vann hendan dystin, sum altso byrjar hósdagin kl. 17:30 á Injector Arena.

Harleyfacadeacryl