Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-HB: Taparin er helst úti av FM-stríðnum

Jákup Ósá

Meðan dysturin um somu tíð í fjør var ein dystur um FM-heitið, so er dysturin sunnudagin ein dystur um at sleppa at fylgja við B36 og NSÍ í endaspurtinum um at vinna FM.

Eitt tap í síðsta dystinum áðrenn summarsteðgin eins og tvey keðilig úrslit á heimavøll fyri stuttari tíð síðani hava gjørt, at KÍ er komið undir trýst, um hugt verður eftir FM-møguleikanum. Ein keðilig byrjan uppá kappingarárið og nakrir javnleikir eftir summarsteðgin hava gjørt, at HB er komið undir trýst, um hugt verður eftir FM-møguleikanum.

 

Taparin av dystinum sunnudagin er mest sannlíkt úti av FM-stríðnum. B36 og NSÍ hava á pappírinum dystir á heimavølli móti botn 5 liðum, sum tey mest sannlíkt vinna. Gera tey tað, so hevur taparin í Klaksvík 8-9 stig upp til nr. 1 og tá hava liðini bara 6-7 dystir eftir.