Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-HB við Djúpumýru mikukvøldið: Kreppukendur klassikari

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað verða tvey meira og minni kreppurakt lið, sum bresta saman við Djúpumýru mikukvøldið. Botnliðið KÍ er tó munandi verri fyri við bert 12 stigum beint oman fyri niðursflytingarstrikuna, serliga nú AB vann á B36 og er komið upp á 10 stig.

Bæði KÍ og HB hava harðliga brúk fyri stigunum, tá tey mikukvøldið bresta saman í Klaksvík, men tað er av heilt hvør sínum orsøkum. HB má vinna, um teir ikki heilt skulu missa sambandið fram í oddin, og KÍ má vinna, um ikki niðurflytingarvandin skal halda á at plága liðið.

Ikki vunnið
síðan 2. mai

Nú byrjar tað veruliga at brenna undir besta KÍ-liðnum, sum ikki hevur vunnið ein dyst í Formuladeildini síðan 2. mai, tá liðið vann 3-1 á AB á Argjum.
Síðan tann dystin hevur KÍ spælt 6 dystir, harav 4 á útivølli og 2 á heimavølli.
2 av dystunum eru endaðir við javnleiki, meðan heilir 4 eru endaðir við ósigri til KÍ, so tað kann ikki sigast annað enn, at gongdin og formkurvan eru sera vánalig í løtuni.
Støðan er blivin enn meira akutt, nú AB og VB/Sumba í seinastuni hava vunnið sær nøkur stig og eru farin at nærkast KÍ.

Tveir heimadystir
– ímóti HB og AB

Nú resta bert 3 dystir, til Formuladeildin hevur ein summarsteðg í áleið ein mánað.
Hesir dystirnir eru fyrst tveir heimadystir ímóti HB nú mikukvøldið, síðan aftur heimadyst ímóti AB og til síðst áðrenn steðgin skal KÍ til Runavíkar at møta NSÍ.
Tvs. at KÍ nú skal spæla ímóti tveimum oddaliðum og einum botnliði.
Fyrstur á vitjan verður sostatt sjálvur tann gamli klassiski arvafíggindin, sum hesaferð kemur rættiliga stigasvangur norður, tí eisini HB hevur verið fyri fleiri ósigrum í seinastuni og má hava ein sigur, um teir skulu hava vónir um at varðveita sambandið fram til oddaliðini.

KÍ: Úrslit higartil
og komandi dystir
1) 0104: B36 – KÍ 1 – 0
2) 0504: KÍ – VB/Sum 5 – 0
3) 0904: KÍ – B71 3 – 3
4) 1504: KÍ – NSÍ 2 – 0
5) 2204: HB – KÍ 3 – 1
6) 2904: KÍ – EB/Str 1 – 2
7) 0205: AB – KÍ 1 – 3
8) 0605: Skála – KÍ 1 – 0
9) 1305: KÍ – GÍ 2 – 3
10) 2005: B71 – KÍ 3 – 3
11) 2605: KÍ – B36 1 – 1
12) 1006: VB/Sum – KÍ 1 – 0
13) 1606: EB/Str. – KÍ 2 – 1
14) 2006: KÍ – HB 
15) 0407: KÍ – AB 
16) 0807: NSÍ – KÍ 
< < kappingarsteðgur > > 
17) 0408: KÍ – Skála 
18) 1208: GÍ – KÍ 
19) 1908: KÍ – B71 
20) 2608: B36 – KÍ 
21) 0209: KÍ – VB/Sum 
22) 1609: AB – KÍ 
23) 2309: KÍ – GÍ 
24) 3009: KÍ – EB/Str. 
25) 0710: Skála – KÍ 
26) 2110: HB – KÍ 
27) 2710: KÍ – NSÍ 

Stigatalvan eftir
13 leikumfør:

NSÍ      28 stig
EB/Str  28 stig
B36      25 stig
HB        20 stig
GÍ        19 stig
Skála   17 stig
B71     15 stig
KÍ        12 stig
AB       10 stig
VB/Su    8 stig