Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kí heiðrar undangongu monnum og kvinnum

John William Joensen

Á 100 ára gallaveitsluni leygarkvøldið heiðraði KÍ teimum, sum vóru við til at vinna fyrstu meistaraheitini hjá felagnum, í fótbótli og hondbólti í 1942 og 1945.

Vit valdu at heiðra tey sum løgdu lunnar undir fyrstu meistaraheitini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, baði í fótbólti og hondbólti í 1942 og 1945.
Tey fingu heiðursbræv, frítt limagjald og lívslanga fríða atgongd til baði fótbólt og hondbólt.
 
Tey sum vóru heiðraði á 100 ára gallaveitsluni vóru:
Emil Mikkelsen FM 1942 fótbótlur, Monrad Niclasen FM 1945 fótbóltur, Símun Waag Høgnesen FM 1945 fótbótlur, Hákun Joensen FM 1945 fótbóltur, Mathilda (Olsen) Poulsen FM 1945 hondbóltur, Nansy Mikkelsen FM 1945 hondbóltur og  Amanda (Mikkelsen) Hansen FM 1945 hondbóltur, 
 
Umframt tey sum vóru tilstaðar á sjálvari Gallaveitsluni, vóru:
Jonhard Larsen FM 1942 fótbóltur, Karin (Waag) Joensen FM 1945 í hondbólti, Julianna (Nystrøm) Sivertsen FM 1945 hondbóltur, Rannvá (Zachariassen) Brink Jensen FM 1945 hondbóltur, Ingibjørg (Zachariassen) Nicolejsen FM 1945 hondbóltur.
 
Heiðursnevndin
KÍ mannaði eina nevnd í vetur við Manni Høgnesen, Nichels Lützen og Hans Jakki Mikkelsen. Uppgávan hjá nevndini var at finna fram til heiðurslim og fólk sum høvdu uppiborið heiður.
Fyrsta uppgávan hjá nevndini var at finna nøkur uppskot til heiðurslimir og at finna nøkur kriterir at arbeiða eftir.
Fyri at gerast heiðurslimur hjá felagnum, avgjørdi nevndin at tað skuldi verða ein persónur sum hevði verið virkin í mong ár í felagnum.
Orðsøkin til at tað gjørdist Jógvan Jacobsen, varð at nevdin fann fram til at hann umframt at hava verið virkin sum leikari og vunnið fleiri meistaraheitir (12).  Harumframt hevur hann verið nevndarlimur og formaður eitt tíðarskeið. Tá hann gavst sum aktivur leikari, gjørdist hann dómari í fremstu deildini og seinri árini hevur hann verið fastur dómari í yngru deildunum fram til dagin í dag.
Eftir at Frimand Baldvinson andaðist, hevur Jógvan eisini átikið sær uppgávuna at hava Merkið, flaggið hjá felagnum og Fair Play merkið hjá UEFA um hendi.