Tað er ein náttúrulóg í fótbólti at fyrr ella seinri skal ein dystur tapast, men tapi hesuferð merkti at vit ikki longur eru við í steypakappingini.
Hóast ÍF hevur havt eina sera góða byrjan og hevði ognað sær heimadyst í ¼ finaluni, so var KÍ favorittur til at vinna dystin í Fuglafirði.
Fitt av Klaksvíkingum høvdu leita sær til Fuglafjarðar men av tí at komið er heldur stutt inn í kappingarárið var talið á viðhaldsfólkum ikki tað heilt stóra.
Dysturin
KÍ hópurin var næstan óbroyttur frá dystinum í Gundadali, men hóast hetta so gekk ikki eins væl at skapað opnar málmøguleikar.
Ein orðsøk kann verða at ÍF verjur betur enn B36, men hetta er neyvan allur sannleikin.
KÍ kom trilvandi inn í dystin. Fuglfirðingar vóru ídnari fyrstu løtuna, men miðverjan hjá KÍ foraði fyri at mál spurdust burtur úr. Jan Andreasen byrjaði inni ístaðin fyri Leon Bjartalíð og hóast teir fýra í verjuni hjá KÍ standa væl og eru truplir at koma framvið, so eru teir ikki serliga skjótir. Hetta megnaði ÍF tó ikki at brúka til sín fyrimum.
Hinvegin komu málini sum ÍF fekk eftir deyðbóltar og hetta er nakað sum KÍ venjarin óviað hevur skrivað sær aftanfyri oyrað.
Málini
Fyrsta málið kom eftir at ÍF fekk fríspark í vinstru síðu.
Bólturin verður sendur inn fyri í einum bleytum boga. KÍ verjan heddar bóltin út frá til Eyðolv Poulsen, sum sera hegnisliga sendir bóltin upp í vinstra málhorn.
Hetta útjavnandi málið kemur bert ein minutt eftir at KÍ hevur lagt seg á odda og beint undan hálvleikssteðginum. Seinra málið hjá ÍF kemur eisini eftir eina deyðbóltsstøðu. Fríspark verður gjørt í vinstru síðu. Bólturin kemur væl inn fyri, og Bartal Eliassen er hægstur og plaserar bóltin uttast við stongina og so var 2-1 og einans fýra minuttir eftir av vanligu leiktíðini.
Í 90. minutti verður Leon Bjartalíð settur á vøllin fyri Stig Aksnes men dysturin var taptur og tá dómarin Birgir Sondum floytaði dystin av var KÍ úti av kappingini um løgmanssteypið.
Hetta var ein beiskur biti hjá Klaksvíkingum at svølgja, men sigurin hjá fuglfirðingum var uppiborin tí teir kendu sína vitjunartíð.
KÍ hinvegin hevði nóg nógvar málmøguleikar at vinna dystin, men tá málini ongantíð komu var tað rætt av fuglfirðingum at taka av tilboðnum frá KÍ um at koma í semifinaluna.
Sjálvrannsakan
Tað hevur gingið væl hjá KÍ higartil í ár, men dysturin í Fuglafirði hevur givið okkum nógv at hugsað um.
Hóast áleypararnir hjá KÍ sína óføran íðinskap so sær tað út til at tað er ikki her vit fáa tey nógvu málini í ár. Miðvøllurin hjá KÍ spælir væl og vinnur eina rúgvu av bóltum, men eisini her vóru vit tannleysir í fuglafirði.
Vit kunnu tó fegnast um at vit megna at skapa okkum málmøguleikar, men tá vit hava omanfyri 20 hornaspørk og einki gevur úrtøku kann ein ikki vera nøgdur.
Jacob Bymar, sum hevur verið tarnaður av skaða, verður møguliga við aftur um vikuskifti og harafturat er Ovi Nysted eisini um at verða klárur aftur.
So er spurningurin hvønn teir báðir skulu avloysa, men tað er ein positivur trupuleiki sum eingin annar enn venjarin kemur at taka støðu til.
Ovi hevði uttan iva givið meiri tyngd í álopið og spurningurin er um ikki hetta júst hevði loyst upp fyri skoringstrupuleikunum hjá baði álopsleikarum og miðvallarum.
Dysturin sunnudagin
Sunnudagin skulu vit taka ímóti EB/Streymi á Djúpumýru. Hóast EB/Streymur tapti stórt í Gundadali seinasta vikuskifti so ávarar KÍ venjarin aðrastaðni í blaðnum móti at vanta ov nógv.
"Ein skal ikki undirmeta ein boksara sum hevur ligið á gólvinum!", sigur KÍ venjarin, og tað er eisini rætt. Men hinvegin so hevur KÍ eisini nakað at prógva so vónandi fáa vit ein spennandi dyst.
jwj




