Eg ivist ikki í at KÍ fer at taka stig frá bæði HB og B36 í Klaksvík og so verður Skála føroyameistari.
Eiler Jacobsen er ikki í iva um at Skála er besta liði í føroysku kappingini.
– Eg haldið ikki at HB er so gott sum ein hevði vantað framan undan. Eg havi fylgt dystunum sum KÍ hevur spælt og eg eri ikki í ivi um at Skála er besta liðið sum klaksvíkingar hava møtt í ár.
Eiler um HB dystin
– Eg haldi at KÍ hevði ein góðan dyst í Havn. Serliga haldi eg at Jacob Bymar var góður, men allir bardust manniliga.
– KÍ hevur klára seg væl í Gundadali í ár. Teir hava fingið javnleik móti bæði B36 og HB, og tað er ikki nakað man vanliga roknar sum givið tá farið verður til Havnar.
– Orðsøkin til at vit ikki eru hægri á stigatalvuni er fyrst og fremst at finna í javnleikunum á heimavølli.




