Á aðalfundinuum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag legði felagið fram roknskap fyri 2005 sum vísti eitt avlop upp á 4,8 milliónir krónur.
Rakstrarúrslitið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag vísti í 2005 eitt avlop uppá kr. 4.8 mill. Tað góða úrslitið stavar frá søluni av høllini til P/F KÍ-høllin.
Árið bleiv eisini brúkt sum eitt uppruddingarár, soleiðis at felagið kann byrja av nýggjum í 2006.
Avlopið er brúkt til at rinda skuld, soleiðis at Klaksvíkar Ítróttarfelag í dag er skuldarfrítt og eigur nakað av tøkum peningi. Stórur partur at tøka peninginum við árslok stavar frá tí, at fleiri av kreditorunum strikaðu partar av skuldini, fyri at stuðla ungdómsarbeiðinum í felagnum, og tað vælvildina er Klaksvíkar Ítróttarfelag sera takksamt fyri.
Fíggjarstøðan hjá felagnum er eisini góð, og var eginognin við árslok kr. 1,8 mill. harav kr. 1 mill. er partapeningur í P/F KÍ Høllin.




