KÍ hevði aðalfund í kvøld.
KÍ hevði knappa hálva millión í halli í 2022, hóast liðið leikti í Champions League og kom víðari einaferð í Conference League í 2022. Tað vísti roknskapurin, sum bleiv lagdur fram á aðalfundinum í kvøld.
Greitt var frá, at tað var ein høvuðsorsøk til hetta. Tað var, at ferðaútreiðslurnar til altjóða dystirnar hjá KÍ vegna verkfall hjá flogfeløgum og koronakrøv frá UEFA vóru nógv størri enn undir vanligum umstøðum. KÍ spældi í Champions League og Conference League og fekk áleið 8,3 milliónir frá UEFA fyri hetta.
Starvsnevndin bleiv afturvald burtursæð frá Jákupi Eydnugarð, sum takkaði fyri seg á aðalfundinum. Starvsnevndin fekk heimmild frá aðalfundinum til at finna nýtt fólk fyri Jákup og bæði nevnd og fundarfólk vóru samd um, at hetta skuldi blíva ein kvinna.
KÍ-starvsnevndin verður hendan:
Tummas Lervig, Formaður
Rúni Heinesen, Næstformaður
Hilmar Danielsen, Kassameistari
Rói Clementsen, Samskifti
Kaj Dam, Betri Menn
Eyðstein Poulsen, Akademi



