(Úr Norðlýsinum í síðstu viku) Tað er hent ymiskt í KÍ síðstu vikurnar. Nýggir leikarar eru komnir, nýggjur akademileiðari er settur, men KÍ hevur eisini tapt slagið um onkran leikara.
Niðanfyri hava vit samlað saman nakað av tí, sum er farið fram.
Mads B. Mikkelsen avloysir Jóannes K. Danielsen
Bæði í fjør og í ár hevur ivamál verði um høgra bakkin Jóannes K. Danielsen, sum hevur umhugsað at farið til Danmarkar at spæla. Millum jól og nýggjár gjørdist greitt, at hann skiftir til Næstved, sum liggur á odda í 3. bestu donsku deildini. Jóannes hevur átt plássið á høgra bakki síðani miskeiðis í 2017 og hevur havt stóran leiklut í álopsspælinum hesi seinnu árini. Tá hetta var almnt greitt gekk skjótt, til KÍ kunngjørdi nýggjan leikara í Mads B. Mikkelsen. Mads hevur síðstu árini spælt við HB, men hevur frammanundan spælt í Danmark m.a. við Vendsyssel, har hann hevur onkrar dystir í Superliguni. Mads kann røkja nógv pláss, men hetta kundi bent á, at hann er ætlaður til høgra bakk, har hann spældi nakrar dystir í HB. Har hevur KÍ tó aðrar møguleikar eisini í m.a. Jesper Brinck og Claes Kronberg.
Meinhardt P. Joensen avloysir Kristian Joensen
KÍ fann eina lokala loysn fyri málverjan Kristian Joensen, sum skiftir til EB/Streym. Valið fall á 42 ára gamla Meinhardt P. Joensen, sum ikki spældi í 2021, men sum árini frammanundan var partur av KÍ-hópinum.
– Eftir at hava fingið fyrispurning frá Mikkjali og hugsað meg um í nakrar dagar, so havi eg valt at taka av hesari avbjóðingini. Eg havi leysliga vant til eitt Marathon, sum tó bleiv avlýst vegna koronu, so formurin er á eini leið. Eg skal bara broyta venjingina nakað og annars taka eitt ordiligt tak fyrstu mánaðirnar, men tað eri eg ikki bangin fyri, so tað skal nokk ganga, sigur Meinhardt P. Joensen við Norðlýsið.
Bob Sumareh til Saudi Arabia
Lyklaleikarin hjá KÍ í nógvum avgerandi dystunum í fjør hevur nú fingið nýtt felag.
Hann var ársins álopsleikari hjá summum fyri kappingarárið 2021, har hann m.a. skoraði seks mál í topp 4 dystunum móti HB, Víkingi og NSÍ. Men longu áðrenn kappingarenda í Føroyum var útlendskur áhugi, men tá bleiv skiftið av ongum. Greitt hevur tó verði leingi, at Bob Sumareh ikki fór at halda fram í Føroyum. Nú er greitt, hvar álopsleikarin fer at spæla. Tað verður fyri Al Bukayriyah, sum spælir í 3. bestu deildini í Saudi Arabia.
Jonas Nielsen er nýggjur akademileiðari
KÍ boðaði fyrr í vikuni frá, at útskifting er á akademinum, sum fær nýggjari leiðara.
Akademileiðarin seinasta ár, Glenn Ståhl, hevur orsakað av familjuorsøkum valt ikki at halda fram. Nýggi leiðarin eitur Jonas Nielsen, er 38 ára gamal og er dani. Hann hevur UEFA A-venjara útbúgving. Jonas hevur seinastu árini havt ábyrgdina av talentmenningini hjá Slagelse og hevur áður vant nógv ungdómslið fyri ymisk feløg í Danmark. Avtalan er galdandi fyri tvey ár.
Í stuttari viðmerking við KÍ-heimasíðuna sigur Jonas, at hann gleðir seg at koma til eitt nýtt land og nýggjar avbjóðingar og gleðir seg at innføra síni hugskot fyri at lyfta og menna fótbóltin í Klaksvík.
HB vann kappingina um Ára M. Jónsson
HB gjørdi í síðstu viku sáttmála við landsliðsleikaran Ára M. Jónsson, sum kemur úr næstbestu deildini í Noreg. Tað ljóðaði, at KÍ var í samráðingum við Ára, sum er uppvaksin í HB. KÍ hevur frammanundan fingið tilgongd av tveimum HB-leikarum, og tað hevur kanska gjørt sítt til, at her vildi HB ikki ”missa” ein afturat til KÍ. Tí kann hugsast, at HB legði nógv fyri at fáa Ára, sum gjørdi sáttmála í tvey ár. HB hevur frammanundan ein vinstra bakk í Daniel Johansen, sum hevur spælt sannførandi síðstu tvey árini. Hann hevur verði settur í samband við feløg uttanlands, og tað er hendan tilgongdin av Ára kanska eitt tekin um.
KÍ fær tveir leikarar afturat
KÍ manglar at fáa tað síðsta uppá pláss í hópinum, og tað er til álopspartin. Enn manglar ein avloysari fyri Bob Sumareh og afturat tí kann væntast, at ein álopssinnaður miðvallarleikari kemur. Tað er torført at fáa eyga á nakran føroying, sum kann fylla hesi holini, so tí verður talan helst um útlendskar leikarar.
Venjingin byrjar mikudagin
KÍ byrjar sínar regluliga uttandura venjingar mikukvøldið 12. januar. Síðstu tvey árini hevur KÍ byrjað millum áleið 18-20. januar. Í fjør endaði kappingarárið hjá KÍ eina viku fyrr enn í 2020. Eins og undanfarnu ár, so fer VFF Kup at koyra fyrstu vikurnar, har øll 10 liðini í Betri Deildini spæla eina kapping við einum dysti hvørt vikuskiftið. Fyrsta umfar verður leygardagin 15. januar, tá KÍ fær vitjan av NSÍ.



