Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur gjørt avtalu við Danska stórtalentið Jacob Bymar

(
John Færø)

Síðst í juli mánað kemur ein nýggjur leikari til KÍ. Talan er um 21 ára gamla danska álopsleikaran Jacob Bymar, sum higartil hevur verið partur av superligahópinum hjá Esbjerg. Jacob, ið verður mettur sum eitt stórtalent, hevur leikt íalt 22 dystir við donskum U-landsliðum.

Tað er ígjøgnum Bill Mc. Leod Jacobsen, at KÍ hevur fingið fatur á hesum evnaríka danska álopsleikaranum.
Bill kom at kenna Jacob Bymar, tá hann í 1995-98 búði í Esbjerg, har hann m.a. vandi dreingjaliðið hjá Esbjerg, sum tá leikti í sterkastu dreingjadeildini í Danmark.

Á hesum liðnum leiktu fleiri leikarar, sum í dag eru kendir superligaleikarar – m.a. Jan Christiansen, sum í ár gjørdist toppskjútti í donsku superliguni, og Allan Borgwardt, sum í dag leikar í Íslandi, har hann júst er valdur á ársins lið.

Millum aðrar leikarar á hesum dreingjaliðnum kunnu nevnast Martin Heintze, Jerry Lucena og Jacob Bymar, sum nú er á veg til KÍ.

Jacob Bymar er føddur og uppvaksin á Fanø og kennir tí til at búgva í einum lítlum lokalsamfelag.

Á heimasíðuni hjá EfB sigur felagið hetta um Jacob Bymar:
”Ung talentfuld angriber. Hurtig og uortodoks angriber, som spiller med gå-på-mod og en slagterhunds frækhed”.
Tá Bill Mc. Leod Jacobsen vandi Jacob Bymar, segði hann einaferð hetta um hann í eini leikskrá hjá Esbjerg:
”Fanden i voldsk spiller, som rykker hurtigt og sparker på alt”.

Aðrir lyklaupplýsingar um Jacob Bymar:
Føddur: 29.03.82
Hædd: 183 cm
Vekt: 73 kg
Leikpláss: Áleypari
Sáttmáli: Hálv tíð við EfB Elite í Esbjerg
Heimstað: Fanø
Dystir: 7 á EfB superligaliðnum í 2003
4 U-15 dystir, 9 U-16 dystir og 9 U-18 landsdystir fyri Danmark.

KÍ hevur arbeitt við møguleikanum at fáa Jacob Bymar til Klaksvíkar nú beinanvegin, men hetta liggur ikki fyri.
Hann hevur verið skaddur og er júst nú í ferð við at koma aftur í røttu venjingarstøðuna. Hann verður tøkur hjá KÍ, tá seinna hálva av landskappingini byrjar – tað vil siga eisini til Evropa-cup dystirnar hjá liðnum.

Harleywoodpaint