Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur góðar royndir við FM-finalum í Gundadali

Jákup Ósá

Fimm ferðir áður hevur KÍ spælt FM-finalu í Gundadali og hvørjaferð hevur KÍ vunnið.

Tað er sjáldan, at vit fáa FM-finalur í bestu føroysku mansdeildini í síðsta umfarinum, har vinnarin blívur FM-vinnari. Men tað hendir leygardagin. Tað er eisini hent nakrar ferðir gjøgnum søguna, eisini hjá KÍ. Um vit ikki hava yvirsæð nakra FM-finalu á FaroeSoccer ella í KÍ-søgubókini hjá Árna Dahl, so hevur KÍ spælt átta FM-finalur. Fimm av teimum í Gundadali og allar fimm finalurnar hevur KÍ vunnið. Hinvegin hevur KÍ tapt hvørjaferð, tá dystirnir ikki hava verið í Gundadali.

 

 

FM-finalur hjá KÍ:

1942: KÍ-TB 4-1 (Leikt í Tórshavn)

1945: SÍ-KÍ 0-1 (Leikt í Tórshavn)

1960: KÍ-HB 0-1

1966: HB-KÍ 2-4 (næstseinasta umfar)

1968: HB-KÍ 1-3

1971: KÍ-HB 1-2

1972: HB-KÍ 1-1 (KÍ nokk við javnleiki)

1983: GÍ-KÍ 5-1

 

Dystir: 8

KÍ vunnið: 5

KÍ tapt: 3

 

Allir sigrarnir eru komnir í Gundadali í Tórshavn og øll tapini eru komin antin í Norðragøtu ella í Klaksvík. So hevur søgan tað við at endurtaka seg, so er gott fyri KÍ, at síðsti dystur er í Tórshavn og ikki í Klaksvík. Hesi hagtøl liggja tó so langt afturi í tíðini, at eingin leikari ella venjari á núverandi liðum hevur upplivað hesar dystirnar.