Sunnudagin skal KÍ til Sørvágs, har tað mangan hevur verið torført hjá KÍ. Hóast 07 Vestur øll árini í bestu deildini er endað nr. 9 ella 10, so hevur KÍ bara vunnið tveir av átta útidystum móti 07 Vestur síðani uppflytingina hjá KÍ í 2011.
Vit hava hugt eftir øllum dystunum í Sørvági millum 07 Vestur-KÍ (Kelda: FaroeSoccer)
2011: 07 Vestur-KÍ 3-3
2011: 07 Vestur-KÍ 2-2
2011: 07 Vestur-KÍ 1-0 (løgmanssteypið)
2013: 07 Vestur-KÍ 2-1
2017: 07 Vestur-KÍ 0-2
2017: 07 Vestur-KÍ 1-1
2018: 07 Vestur-KÍ 2-3
2018: 07 Vestur-KÍ 4-2
Dystir: 8
07 Vestur vunnið: 3
Javnleikur: 3
KÍ vunnið: 2
Tað sum er serliga áhugavert við hesum er, at øll hesi árini er KÍ endað frammanfyri 07 Vestur og fleiri ferðir langt frammanfyri. Tí bróta úrslitini nógv frá, hvussu styrkin a liðunum
Endastøðan í 2011:
5. KÍ 34 stig
9. 07 Vestur 24 stig
Endastøðan í 2013:
8. KÍ 28 stig
10. 07 Vestur 14 stig
Endastøðan í 2017:
2. KÍ 52 stig
9. 07 Vestur 28 stig
Endastøðan í 2018:
4. KÍ 51 stig
10. 07 Vestur 17 stig
Tipping:
07 Vestur-KÍ
07 Vestur hevur einki stig fingið móti nøkrum topp 5 liði í ár, men gav Víkingi dygga mótstøðu á heimavølli. Søgan hevur neyvan stórvegis at siga, hóast 8 av 14 KÍ-leikarar í 4-2 tapinum í 2018 framvegis eru í hópinum. Tá hevði KÍ ikki eins nógv at spæla fyri sum nú. KÍ skal helst fáa 45 stig móti botn 5 í teimum 15 dystunum, sum fleiri onnur lið hava fingið síðstu árini. Tað eru fáir dagar millum dystirnar fyri tíðina og tað burdi verið fyrimunur fyri KÍ, sum hevur breiðari hóp. Tipping: 2 (0-3)



