Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur ikki verið so føroyskt í 9 ár

Jákup Ósá

72,5 % av spælitíðini hjá KÍ er farin til føroyskar leikarar higartil í ár.

Hetta gevur KÍ eitt 5. pláss í deildini fyri brúk av føroyskum leikarum, har Víkingur liggur fremst við 100 % frammanfyri EB/Streym, B36 og B68.

Hetta er ein stór øking ímun til undanfarnu ár, har KÍ hevur ligið millum 60 og 66 %.

Talið av útrlendingum í KÍ-hópinum var við kappingarbyrjan 11. Síðani er ein farin avstað aftur. Tað eru bara tveir útlendingar, sum hava fingið nógva spælitíð av teimum 10, sum framvegis eru í hópinum. Tað eru málverjin Mark F. Jensen og miðverjin Gaston Tellechea.

 

Minuttir til føroyskar leikarar í landskappingini hjá KÍ:

2025: 72,5 %

2024: 60,5 %

2023: 57,4 %

2022: 66,2 %

2021: 59,8 %

2020: 69,4 %

2019: 64,7 %

2018: 68,9 %

2017: 70,5 %

2016: 74,3 %

 

Kelda: FaroeSoccer