Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur næststørstu framgongdina

Jákup Ósá

Bara NSÍ hevur størri framgongd í stigum enn KÍ, um vit samanbera við kappingarárið í fjør.

23 umfør eru leikt í Effodeildini. NSÍ hevur verið og er framvegis tað liðið, sum hevur klárt størstu framgongdina í stigum í mun til um somu tíð seinasta kappingarár. Eisini er EB/Streymur tað liðið, ið hevur klárt størstu afturgongdina. Men á greiðum 2. plássi fyri størstu afturgongdina er HB, sum hevur heili 12 stig færri. KÍ er liðið, ið hevur næststørstu framgongdina, men framgongdin hjá liðnum við næststørstu framgongdini er bara 4 stig.

+15 stig: NSÍ

+4: KÍ

+2: B36 og Víkingur

– 3: ÍF og AB

-12: HB

-27: EB/Streymur

Í fjør høvdu niðurflytararnir Skála og B68 12 og 16 stig eftir 23 umfør, meðan uppflytararnir í ár TB og FC Suðuroy hava 24 og 19 stig.