Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur ongantíð vunnið stórsteypið

Jákup Ósá

Hvørki hjá kvinnum ella monnum hevur KÍ nakrantíð vunnið stórsteypið, sum er kapping millum føroyameistara og steypavinnara.

Hjá kvinnum hevur kappingin bara verið eitt ár og tá luttók KÍ ikki. HB vann stórsteypið í fjør.

Hjá monnum hevur kappingin verið síðani 2007. KÍ hevur luttikið einaferð, sum steypavinnari í 2017, tá liðið tapti 2-1 móti Víkingi.

 

Vinnarar av stórsteypinum hjá kvinnum:

1 ferð: HB

 

Vinnarar av stórsteypinum hjá monnum:

5 ferð: Víkingur

3 ferð: HB og EB/Streymur

1 ferð: B36 og NSÍ

 

KÍ-HB møtast í báðum stórsteypadystunum leygardagin. Kvinnurnar kl. 16.00 og menninir kl. 19.00.