Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur uppiborið og hevur brúk fyri okkara fulla stuðuli

Jógvan Skorheim

Vit mugu ongantíð rokna tað fyri nakra sjálvfylgju, at KÍ, bæði á kvinnu- og manssíðuni, er best og fremst av øllum fótbóltsfeløgum í landinum, og tí mugu vit vísa okkara fulla stuðul, nú besta mansliðið skal royna seg ímóti sterkari mótstøðu í Champions League mikukvøldið kl. 18.00

Besta kvinnuliðið hjá KÍ, og teirra framúrskarandi met í vunnum meistaraheitum á rað, er ein søga, sum ikki hevur sín líka, hvørki her á landi ella víða um lond. Ein sigursrøð hjá KÍ, ið vit kunnu vera stolt av sum lokalsamfelag, og sum ber boð um eina vinnaramentan, ið vit sum lokalsamfelag hava brúk fyri í hørðu kappingini, bæði ítróttarliga, vinnuliga og politiskt.

Besta mansliðið hjá KÍ hevur sanniliga eisini eina stolta søgu við sigrum og avrikum, sum vísa veg fyri restina av lokalsamfelagnum, og sum mangan hevur fingið okkum at droyma stórar dreymar. Men so rendi besta mansliðið hjá KÍ seg inn í nøkur áratíggju, har longri var millum meistaraheitini og evropa-cup luttøkurnar.

Á heysti í 2014 tóku Tummas J. Lervig og hini í leiðsluni hjá KÍ avgerðum at seta Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum. Ein avgerð, sum skuldi vísa seg at gerast byrjanin til eina sanna kollvelting av besta mansliðnum, sum í dag aftur er fremst av øllum føroyskum fótbóltsfeløgum.

Síðan tá hevur KÍ vunnið løgmanssteypið í 2016, føroyameistaraheitið í 2019 og aftur í 2021, samstundis sum vit hava upplivað stórar løtur í altjóða kappingum, soleiðis at vit í dag endiliga aftur kunnu siga, at besta mansliðið hjá KÍ aftur er millum tey allarfremstu í landinum.

Samstundis er farin fram ein menning av karmunum kring felagið, sum eisini er fremst í landinum. Fyri meg persónliga var tað ein serliga stór løta sum táverandi borgarstjóri, tá KÍ tann 21. august 2020 fyri fyrstu ferð í søguni kundi leika eina altjóða heimadyst á egna heimavølli sínum við Djúpumýru. Tann dagin varð býurin flaggskrýddur, og ein serligur dámur var millum manna, tí vit høvdu rokkið enn einum máli sum lokalsamfelag. Hóast vit eru komin langt, so er arbeiðið ikki liðugt, tí enn eru fleiri stór mál at røkka.

Henda tilgongd er sanniliga ikki komin av ongum. Nei, aftan fyri hesa menning stendur ein hópur av fólki í og kring felagið, sum hava sett sær fyri, at KÍ skal verða best í landinum. Eitt mál, sum bara kann røkkast við miðvíst at standa saman.

Vit mugu ongantíð rokna tað fyri nakra sjálvfylgju, at KÍ, bæði á kvinnu- og manssíðuni, er best og fremst av øllum fótbóltsfeløgum í landinum, og tí mugu vit vísa okkara fulla stuðul, nú besta mansliðið skal royna seg ímóti sterkari mótstøðu í Champions League mikukvøldið kl. 18.00, tá norska meistarin seinastu tvey árini kemur á vitjan við Djúpumýru.

 

Jógvan Skorheim

KÍ-viðhaldsmaður og býráðslimur