Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti topp 5 síðani 2016 í steypakappingini

Jákup Ósá

KÍ hevur í kappingini um løgmanssteypið bara einaferð síðani steypasigurin í 2016 vunnið móti einum topp 5 liði í kappingini um løgmanssteypið.

Tann sigurin kom eftir longda leiktíð móti B36 í 2019. Tríggir javnleikir eru komnir, sum seinni hava ført til samanlagt tap móti sama liði. Eisini hevði HB sera gott tak á KÍ í 2024, tá HB vann fýra av fimm kappingardystum á KÍ. Hetta hevur helst eina ávirkan hjá veddingarfyritøkunum, sum í gjár høvdu HB sum rímuliga greiðan favoritt. Tá gav ein sigur til KÍ 3,5 ferðir pengarnar aftur, meðan ein sigur til HB gav 1,8 ferðir pengarnar aftur.

2017: KÍ-NSÍ 2-2

2017: NSÍ-KÍ 3-0

2019: B36-KÍ 3-4

2019: HB-KÍ 1-1

2019: KÍ-HB 0-1

2020: KÍ-HB 1-1

2021: KÍ-NSÍ 1-2

2022: KÍ-Víkingur 0-1

2023: B36-KÍ 2-0

2024: KÍ-HB 2-3

 

Dystir: 10

KÍ vunnið: 1

Javnleikur:3

KÍ tapt: 6

 

HB-KÍ spæla í kvøld kl. 18.30.