KÍ hevur higartil leikt 4 rættiligar venjingardystir, harav KÍ hevur vunnið 3 og tapt 1, og samanlagda úrslitið er 6-2 til fyrimunar fyri KÍ, sum hevur leikt hesar dystir ímóti B71 og EB/Streymi.
Tað skal ikki leggjast meira enn eitt sindur í úrslitini av venjingardystum, serstakliga teimum fyrstu, sum feløgini ofta brúka til at royna ymiskar leikskipanir og liðuppstillingar, og har úrslitini ikki hava tann størsta týdningin.
Við hesum fyrivarni í huga, so hava úrslitini hjá KÍ í venjingardystunum higartil tó verið á góðari leið – tey eru hesi:
KÍ-B71 2-0 ú (Kaj Ennigarð, Chris Ceroni)
KÍ-B71 1-0 h (Kaj Ennigarð)
KÍ-EBS 1-2 ú (Kristoffur Jakobsen)
KÍ-EBS 2-0 ú (Chris Ceroni, Paul Clapson)
Tvs. íalt 6-2 í 4 venjingardystum ella í miðal 1½ vunnið mál pr. dyst og ½ mál pr. dyst til mótstøðuliðið.
Toppskjúttarnir higartil eru:
Chris Cerroni (álop) 2 mál
Kaj Ennigarð (verja/miðja) 2 mál
Kristoffur Jacobsen (verja) 1 mál
Paul Clapson (álop) 1 mál
Sostatt hava útlendingarnir í álopinum, Chris og Paul, higartil gjørt helmingin av málunum hjá KÍ, nýggi Gøtumaðurin í KÍ, Kaj; hevur gjørt 2 mál, og Kristoffur er tann fyrsti og higartil einasti klaksvíkingurin, sum hevur skorað fyri KÍ.
www.ki.fo skrivar fylgjandi um teir báðar dystirnar, sum KÍ í hesa seinastu vikuna hevur spælt ímóti EB Streymi:
Bretsk mál í Streymnesi
KÍ hevur seinastu dagarnar spælt tveir venjingardystir ímóti EB/Streymi í Streymnesi. Mikukvøldið tapti KÍ, men leygardagin tryggjaðu Chris Ceroni og Paul Clapson KÍ sigurin
Dysturin mikukvøldið var spældur í góðum líkindum, og til tíðir var gott fótbóltsspæl at síggja. KÍ spældi ein góðan dyst, og tað var fult uppiborið, at Kristoffur Jakobsen legði KÍ fram um 1-0. EB/Streymur javnaði áðrenn hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur eitt mál afturat. Hetta var ikki heilt í tráð við leikgongdina, og hevði KÍ ikki misnýtt góðar málkjansir, so var úrslitið eitt annað.
Leygardagin spældu KÍ og EB/Streymur aftur í Streymnesi. Ætlanin var at spæla í Klaksvík, men her var kavi á vøllinum. Tí fór KÍ aftur til Streymnesar at spæla. Hesaferð eydnaðist tað KÍ at vinna ímóti EB/Streymi. Úrslitið var 2-0. Chris Ceroni og Paul Clapson skoraðu málini. EB/Streymur manglaði fleiri spælarar, og tað merktist á liðnum. KÍ kundi saktans havt vunnið ein størri sigur. KÍ manglaði eisini onkrar av sínum spælarum, og tí fingu fleiri ungir spælarar kjansin leygardagin.
Venjingardystur, mikudagin 28. februar 2007
EB/Streymur-KÍ 2-1 (1-1)
0-1: Kristoffur Jakobsen, 19.
1-1: John Heri Dam, 28.
2-1: Arnbjørn Hansen, 57.
KÍ: Mathias Samuelsen – Leon Bjartalíð, Kaj Ennigarð (Julian Samuelsen, 73.), Jan Andreasen, Harley Bertholdsen – Kristoffur Jakobsen (John Hammer, 80.), Símun Joensen, Kareem Smith (Høgni Madsen, 36.), Heðin á Lakjuni (Oddmar á Lakjuni, 60.) – Paul Clapson, Chris Ceroni
Venjingardystur, leygardagin 3. mars 2007
EB/Streymur-KÍ 0-2 (0-2)
0-1: Chris Ceroni, 17.
0-2: Paul Clapson, 33.
KÍ: Mathias Samuelsen – Leon Bjartalíð (Oddmar á Lakjuni, 63.), Kaj Ennigarð, Kareem Smith, Sigmund Jacobsen – Harley Bertholdsen (Kristoffur Jakobsen, 46.), Símun Joensen (Julian Samuelsen, 46.), Høgni Madsen (Eli Simonsen, 79.), Heðin á Lakjuni – Paul Clapson (Gunnar Nielsen, 79.), Chris Ceroni




