3-0 sigurin hjá KÍ kostaði tó einum sera týdningarmiklum KÍ leikara leikbann til oddabrakið á Summar Festivalinum.
KÍ vann 3-0 móti 07 Vestur í dag. Talan var tó als ikki um einvegis ferðslu, tí 07 Vestur hevði gjøgnum dystin fleiri heilt stórar málmøguleikar. Men KÍ hevði sigurin uppibornan og hevði eisini fleiri aðrar stórar málmøguleikar. Hjá KÍ var tað ein stórur smeitur, at verjuskansin og helst besti KÍ leikarin higartil í ár, Deni Pavlovic, fekk sítt sjeynda gula kort og harvið verður hann ikki við til toppbrakið á Summarfestivalinum, tá KÍ og HB bresta saman í ársins dysti.
Málskjúttar hjá KÍ vóru Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð.










































































