Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Høllin, leiðari setast

Norðlýsið

Skal taka sær av rakstri og umvælingum.

Stórar umvælingar neyðugar
Tað hevur verið lýst eftir hallarleiðara í tveimum umførum. Fyrru ferð vóru ov fáar umsóknir og hevur nevndin tí avgjørt at lýsa av nýggum. Freistin er úti 17. mars. Nevndin roknar við at nýggi hallarleiðarin er settur um einar 2 vikur.
Umframt dagliga raksturin, skal hallarleiðarin taka stig til umvælingar av høllini. Tað eru nú umleið 40 ár síðan hon var bygd og nógvar stórar umvælingar standa fyri framman. Tað størsta og dýrasta, er at skifta gólvið.

Fótbólturin húsast í kjallaranum
Leiguavtala er gjørd við KÌ um norðara enda av høllini. KÍ rekur nú Kaféina og Loftið. Fótbólturin kemur at halda til í kjallaranum og framyvir skulu verandi umklæðingarrúm í Høllini bert brúkast til innandura virksemið. Hetta kemur at gera umstøðurnar í sjálvari høllini munandi betri.

Roykfrítt umhvørvi
Nevndin ætlar saman við KÌ-leiðsluni, at gera nakað við trupulleikan av royking í høllini. Royking í almennum bygningum og í einum ítróttarumhvørvi er ein farin tíð, so nevndin væntar, at øll sum hava sína dagligu gongd í høllini, taka undir við hesum.