Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-høllin nøktar ikki tørvin

John William Joensen

Tjakast hevur verið sera nógv millum ár og dag um viðurskiftini kring ítróttarhøllina í Klaksvík.

Nú Klaksvíkin stendur fyri stórum broytingum og ávirkanum uttanífrá, tá Norðoyatunnilin skjótt verður veruleiki, kennist tað eitt sindur ótrygt, at ikki meira ferð er á tjakinum um ítróttarhøllina ella um hvussu vit fáa stungið úr í korti fyri eini nýggjari høll afturat.
Tað er ongin ivi um, at høllin, í tí standi hon er í ídag er eftirbátur. Hann sum vitjaði oman í høllina leygardagin tá tey rørslutarnaðu skuldu vísa okkum hvussu tey spældu Boccia, vístu okkum á, hvussu ilt var hjá teimum at koma inn og úr høllini, sjálvt um hallargólvið nærum liggur ájavnt við vegin uttanfyri.
Sjálvandi vita vit, at KÍ er í fer við at broyta uppá høllina og at gera umstøðurnar betri og helst verður ein slíkur trupulleiki eisini loystur í tí samanhangi, sjálvt um ein kanska ivast í peningaligu orkuni hjá felagnum, sum eigur høllina at gera allar umvælingar, tí høllin er gomul og nógv er um at fara áður enn høllin kann sigast at vera í nútímans standi.
Men harafturat kemur at tað at høllin ikki er í nøktandi standi kanska ikki er størsti trupulleikin. Tað er í hvussu so er royndur lutur, at ilt er at fáa nakra tíð til aktivitetir í KÍ-høllini uttanum teir aktivitetir sum frammanundan eru og harafturat eru fleiri virkin ítróttarfeløg, ið hava høll fyri neyðini, sum ídag als ikki hava nøktandi umstøður.
Tað ber ikki til, at vit í mong ár framyvir skulu liva við bert einari niðurslitnari ítróttarhøll, tí vit síggja á hagtølum, at vend er komin í í Klaksvík, soleiðis at fólkatalið í býnum er vaksandi og júst í hesum døgum eru tey fleiri, sum seta búgv í Klaksvík og tey koma eisini at hava frítíðarmøguleikar fyri neyðini til børn teirra.
Nú má skundast undir hendan spurningin í okkara lokala samfelag.