Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-hópurin er komin til Danmarkar

Jákup Ósá

Steðgurin í Føroyum var stuttur áðrenn næsti dystur í Europa League er á skránni.

Í kvøld fór KÍ-hópurin úr Føroyum ísambandi við Europa League dystin hósdagin móti Riteriai úr Litava. 

 

Hópurin gistir í Keypmannahavn í nátt, áðrenn kósin í morgin verður sett móti Vilnius í Litava. Dysturin verður leiktur á LFF leikvøllinum í Vilnius, sama leikvølli, sum KÍ í fjør spældi 1-1 javnleik móti Zalgiris. Myndirnar eru tiknar í Keypmannahavn í kvøld. 

 

Dysturin verður leiktur hósdagin kl. 17.30 føroyska tíð.