icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ- húsið

John William Joensen

Miðskeiðis í fimmtiárunum vóru røddir frammi í KÍ, sum vildu hava eitt hús við vøllin, har ein kundi skifta og annars halda til í, og til várs 1956 varð skjøtul settur á.

Ætlaða húsið skuldi standa dygst við leikvøllin, verða 16 x 12 alin (uml. 10m x 7,5m) í einari hædd. Í húsinum skuldi vera tíðarhóskandi umklæðisrúm, brúsur. w.c. og sentralhiti. Tað skuldi eisini kunna nýtast til fundarhøli hjá feløgunum, til ymsar smærri samkomur og skúlin sum nýtti leikvøllin, skuldi hava atgongd til húsið. 

Tá komið var miðskeiðis í mai 1956 varð grundin útgrivin og stoypiarbeiði byrjað. Ætlanin var at húsið skuldi takast í nýtslu á Norðoyastevnu 1956, men so var ikki. Einasta tiltak viðvíkjandi húsinum á Norðoyastevnu var eydnuhjól sum KÍ helt til frama fyri húsið, og inn komu 2800 kr. 

Summarið 1956 vóru húsini reist og innilokaði. Tað er frá hesum tíðarskeiðinum myndirnar eru frá. Jákup hjá Trónda (Jacob Fuglø, pápi Trónda Fuglø) stóð fyri arbeiðinum at reisa og innilokað. Arbeiðið við at innrætta bleiv boðið út og eitt boð kom inn, tað var frá Arna Samuelsen. (eg veit ikki um hann gjørdi hetta) Í februar 1957 var at kallað liðugt smíða innan, men brúsurnar og hitaarbeiði restaði. 

Í februar skipaði KÍ fyri kvøldskemtu, sum var so mikið væl dámd, at hon mátti spælast tvær ferðir og inn komu 1700 kr., sum fóru óskerdar til nýggja húsið. Í februar 1957 fekk KÍ eisini játtan um 20% studning til húsið, og tá kostnaðurin var mettur til uml. 35.000 kr. so fór studningurin at liggja um 7000 kr. Endaligi kostnaðurin var tó uml. 40.000 kr. Í mars 1957 varð húsið tikið alment í nýtslu. Hetta var einasta ítróttahús av sínum slag í Føroyum. Umframt aðurnevndu facilitetir (w.c- brúsu-umklæðisrúm) so var hølið so mikið stórt at tað kundi rúma eini 100 fólkum til veitslur og annað. Á hátíðardegnum var nógv fólk samankomið, og fleiri røður vóru hildnar. 

Formaðurin í KÍ, John Reid Bjartalíð legði fyri, og síðani komu m.a. Óli Dahl, Ove Frederiksen, Johan Nielsen, Andrias Thomsen, Evald Kjølbro, Sofus Larsen og Johannes Gaard, sum allir bóru felagnum góð ynskir, og yngstu felagnum alt tað besta við húsunum.

KÍ-húsið, tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, stóð har KÍ- Høllin, eisini hin fyrsta í Føroyum er í dag.

Skrivað Andras Sólstein.
keldur: Norðlýsið 1956, 1957. Alex Sólstein