Danska heimasíðan bold.dk skrivar í dag at venjarin hjá FC Nordjylland, Flemming Nielsen, hugsar um at taka av einum tilboði frá KÍ
Hóast Jútlendska felagið hevur havt stóra framgongd seinastu árini, so sær framtíðin hjá felagum út til at gerast turbulent.
Bold.dk skrivar at ein av høvuðsmonnunum aftan fyri felagið, Ole Bach Nielsen, ætlar at trekkja seg sum høvuðsstuðul.
Hugsar um KÍ
Við donsku heimasíðuna sigur Fleming Nielsen at hann umhugsar tilboði úr Klaksvík.
– Eg tosaði við KÍ mánadagin, og havi fingið eina umhugsanartíð.
– KÍ fyllur 100 ár næsta ár, og felagið hevur gjørt greitt at tað vil satsa nógv, bæði á venjara- og leikara síðuni. Men í løtuni eru eisini onnur tilboð sum eg má taka støðu til, sigur Flemming Nielsen.
Greinini stendur sum sagt á www.bold.dk.




