Nakað av kjaki hevur verið um, hvørs KÍ hevur loyvið at brúka allar sínar útlendingar samstundis.
KÍ hevur sáttmála við sjey leikarar fyri 2019. Deni Pavlovic (Serbia), Jesper Brinck (Danmark), Simen R. Sandmæl (Noreg), Takuya Matsunaga (Japan), Boris Dosljak (Montenegro), Torbjørn Grytten (Noreg) og Darius Lewis (USA). Reglarnar fyri útlendingar hava verið ymiskir í føroyskum fótbólti og tað var m.a. ikki loyvt at hava meir enn fýra útlendingar á vøllinum samstundis einu tíðina. Hetta er nú broytt fyri nøkrum árum síðani.
Grein 19 í kappingarreglunum sigur soleiðis:
Stk. 7. Lið, ið luttekur í føroysku lands- og steypakappingini, hevur loyvi til at nýta í mesta lagi 4 útlendskar leikarar í einum dysti, tó eru bæði útlendskir leikarar, sum burturav hava havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í 3 fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkjur um spæliloyvi, og norðurlendingar, ikki fevndir av hesi áseting.
Tað merkir, at KÍ hevur fýra leikarar uttanfyri norðanlond (Boris, Deni, Takuya og Darius) umframt tríggjar norðurlendingar (Jesper, Simen og Torbjørn). Sostatt kunnu allir spæla samstundis.



