Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kann møta hesum 15 liðunum í Champions League

Jákup Ósá

Nú er styrkismetingin fyri 1. umfar í Champions League endalig.

Síðstu kappingarnar endaðu hetta vikuskiftið. KÍ verður á fyrsta sinni styrkismett í 1. umfari í Champions League. Í 2. umfari, um KÍ kemur hartil, verður KÍ ikki styrkismett. 

Millum tey 15 liðini sum KÍ kann møta er Víkingur Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar spælir. Celje úr Slovenia er millum bestu liðini, sumn KÍ kann møta saman við m.a. meistarunum úr Hvítarusslandi og Georgia, Dinamo Minsk og Dinamo Batumi. Lutakastið verður 18. juni. Sí yvirlit niðanfyri.