Vinnur KÍ í Runavík, so eru klaksvíkingar á ovastu rók.
Vinnur KÍ í Runavík, so eru klaksvíkingar á ovastu rók.
KÍ liggur saman við HB tvey stig aftanfyri oddaliðið B36. Bæði B36 og HB spæla í morgin. Tað merkir, at KÍ við sigri í Runavík yvirtekur oddasessin í øllum førum í eitt døgn.
KÍ hevur seinastu árini staðið seg væl í Runavík. 4-3 tapið í 22. umfarinum í fjør var fyrsta tap í Runavík síðani 2009.
Dysturin við Løkin byrjar kl. 18.00 í kvøld. Upptakt til dystin kann lesast HER.




