KÍ hevur í løtuni nógvar góðar spælarar millum 15 og 20 ár, og tí kann felagið gerast eitt avgjørt topplið í Formuladeildini komandi árini, um rætt verður arbeitt.
Royndirnar siga, at um eitt fótbóltsfelag stendur seg væl í yngru deildunum, eru útlit fyri góðum úrslitum í bestu deildini nøkur ár seinni.
– – –
Seinastu tíðina hevur KÍ havt stórar trupulleikar í Formuladeildini, men støðan er ikki vónleys, sum onkur kanska vil gera tað við. Í løtuni eigur felagið eitt so stórt potentiali av ungum spælarum, sum tað ikki hevur havt í nógv ár.
Fyri nøkrum døgum síðan hevði KÍ ársaðalfund, har nógv ymisk mál vóru á skránni. Eitt nú varð Tummas J. Lervig, sum vit høvdu samrøðu við í síðstu blaðútgávu, valdur til nýggjan formann.
Á sama fundi hevði høvuðsvenjari felagsins, Eyðun Klakstein, eina framløgu, har hann greiddi frá støðuni og møguleikunum, sum hann sær í ungu spælarum felagsins.
Síðan aðalfundin hevur nógv verið at hoyrt millum manna um hesa áhugaverdu framløgu, og vit spurdu tí Eyðun, um hann vildi geva blaðnum eina frágreiðing.
KÍ og framtíðin
Evnið, sum Eyðun Klakstein viðgjørdi á aðalfundinum hevði heitið ”KÍ og framtíðin”.
Tað er alment kent, at KÍ nú í nógv ár meira ella minni hevur gingið eina oyðimarkargongd, tá ið tað snýr seg um at vinna tað sterkastu fótbóltsdeildina í landinum, sum nú eitur Formuladeildin, og Eyðun setti tí m.a. spurningin ”Hvussu kann KÍ gerast føroyameistari í Formuladeildini aftur?”
Ein sera áhugaverdur spurningur, sum hann síðani royndi at svara við nøkrum søguligum hagtølum, bæði frá øðrum feløgum og úr KÍ sjálvum.
Føroyska fótbóltssøgan gevur fleiri dømi um, at fótbóltsfeløg, sum gerast føroyameistarar í fremstu deildini, í fleiri førum hava vunnið FM í yngru deildunum frammanundan. Vanliga verður sagt, at ungdómsfótbóltur snýr seg ikki um at vinna, men um at menna spælarar, men onkursvegna hongur hetta saman – tað vísa hagtølini í øllum førum.
Hetta er ein av niðurstøðum KÍ-venjarans, og millum annað hetta leggur hann sum grund fyri sínum bjartskygni um framtíðina hjá KÍ í Formuladeildini.
Árgangirnir
síggjast aftur
Gongdin hjá KÍ í yngru deildunum og í bestu mansdeildini vísa, at nakað av samanhangi er millum avrikini hjá teimum yngru og teimum eldru.
Til dømis gekk tað strúkandi hjá KÍ í dreingjadeildini í 1950’unum, og í 60’unum var KÍ nógv sterkasta liðið í landinum. Í 1960’unum og 1970’unum gekk minni væl í yngru deildunum, sum blivu alt fleiri í tali, og hóast tað onkuntíð var nær við hjá KÍ, so eydnaðist tað ongantíð at vinna bestu mansdeildina frá 1972 til 1991.
Í 1980’unum stóð KÍ seg sera væl í yngru deildunum. Nógvir góðir spælarar vóru í felagnum, og KÍ vann 10 meistaraheiti hesi árini. Hetta sást aftur í 1990-unum, tá ið KÍ vann tvey meistaraheiti, løgmanssteypið tvær ferðir og vann Europa Cup dyst. Hesi árini var KÍ støðugt við í toppinum í føroyskum fótbólti.
Árini frá 1993 til 2004 vann KÍ einki meistaraheiti í yngru deildunum, og hesir spælarar hava í ein vissan mun myndað besta liðið seinnu árini – og gera tað næstu árini.
Síðani 2004 hevur gingið heldur frægarti hjá KÍ í yngru deildunum. KÍ hevur aftur vunnið meistaraheiti og steypakappingar, og KÍ hevur onkur av seinnu árunum verið mest vinnandi felagið í landinum – tá ið øll heiðursmerki eru tikin við í uppgerðina.
Sama mynstur í
øðrum feløgum
Tað er einki eindømi fyri KÍ, at góðir ungir spælarar eisini fáa góð úrslit sum vaksnir .
TB vann føroyameistaraheitið í 1976, 77 og 1980. Nøkur ár frammanundan vann felagið dreingjadeildina tvey ár á rað.
ÍF vann í 1979 sítt einasta føroyameistaraheiti í mansfótbólti – fýra ár frammanundan vann felagið unglingadeildina.
GÍ hevur vann FM í 1983 og 1986, og summir av spælarunum á hesum liðnum vóru við á unglingaliðnum, sum vann tvey meistaraheiti á rað í 1976 og 1977. Sama var nøkur ár seinni, tá ið GÍ vann fýra meistaraheiti á rað – frá 1993 til 1996. Í 1985 og 1986 vann GÍ unglingadeildina.
EB/Streymur hevur seinnu árini verið topplið og hevur vunnið steypakappingina – í 1994 vann Streymur smápiltadeildina.
KÍ fleiri góðar
ungar spælarar
Eyðun Klakstein vísir á, at KÍ í løtuni hevur eitt stórt potentiali í sínum yngri dreingja- og unglingaleikarum.
– Ein ábending um hetta er talið av ungdómslandsliðsspælarum. KÍ hevur 22 spælarar millum 15 og 20 ár, sum hava verið í bruttohópum hjá ungdómslandsliðum seinastu árini.
– Tað er als eingin sjálvfylgja at hava nógv ungdómslandsliðsspælarar. Tað sóu vit í síðst í 90’unum og fyrst í 2000, tá ið KÍ hevði lítla og onga umboðan á U-landsliðunum. Somu ári myndaðu spælarar úr øðrum feløgum hesi landslið, og nógvir av teimum eru í dag profilar í Formuladeildini ella spæla uttanlands.
Tað seinasta dømið um potentialið hjá KÍ á hesum øki er seinasta úttøkan til U17-landsliðið, har KÍ eigur 7 spælarar í bruttohópinum, sum júst er tikin út.
Einki kemur
av sær sjálvum
Men hóast stóra potentialið, so hevur høvuðsvenjarin hjá KÍ eisini ávarandi røddina frammi.
– Einki kemur av sær sjálvum, og tað finst heldur eingin trygd fyri, at hesir spælarar koma ígjøgnum til besta liðið. Royndirnar siga, at summir falla frá, og summir klára ikki lopið frá ungdómsfótbólti til vaksmannafótbólt á hægsta stigi.
– Hinvegin siga royndirnar eisini, at betri spælararnir eru sum ungir, jú størri er møguleikin at fáa gjøgnumbrot, og tess fleiri góðir, ungir spælarar eru, tess fleiri fáa gjøgnumbrot.
– Tí haldi eg sjálvur, at felagið nú skal gera ein serligan innsats fyri spælarar í aldrinum frá 15 til 20 ár, har felagið má gera ein veruligan innsats fyri at fáa teir góðu so góðar sum gjørligt.
– Hetta vil økja møguleikarnar fyri, at teir koma í gjøgnum til besta liðið í felagnum. Vit mugu hava eitt lokalt grundarlag at standa á – tað kunnu vit skapa okkum til næstu 10 árini.
Teir bestu skulu
gerast enn betri
– Soleiðis sum eg síggi KÍ í løtuni, so hevur felagið eina spennandi framtíð, har tað avgjørt er gjørligt at venda gongdini í Formuladeildini, sum verið hevur seinnu árini.
– Men hetta krevur, at vit mugu taka avgerð í felagnum um, hvussu vit vilja arbeiða næstu árini, og spyrt tú meg, so vil eg mæla til, at vit leggja stóra orku í spælarar millum 15-20 ár.
– Vit eiga fleiri góðar spælarar, men motto’ið má vera, at teir bestu skulu gerast betur, og fleiri skulu gerast góðir.
– Alt hevur sínar fíggjarligu avmarkingar, sum vit mugu arbeiða innanfyri, men eg kenni meg sannførdan um, at ein íløga í okkara framtíðar Formulaleikarar er nakað, sum fer at løna seg væl aftur í komandi árum, heldur Eyðun Klakstein.




