Tað er ein lutfalsliga stórur møguleiki fyri, at KÍ vinnur FM nr. 20 leygardagin uttan at verða á vøllinum tann dagin.
Síðsta umfar áðrenn landsliðssteðgin verður komandi vikuskiftið. Tveir dystir verða fríggjadagin, harímillum KÍ-B68 og tríggir dystir leygardagin, harímillum HB-Víkingur.
12 stig eru á muni millum KÍ og Víking. Tað ger, at KÍ kann ikki avgera meistaraheitið fríggjakvøldið, men fær KÍ meir stig enn Víkingur komandi umfar, so er KÍ FM-vinnari í 23. umfari. Um so er, at KÍ fær stig móti B68, sum er sannlíkt, so verður tað leygardagurin, sum verður avgerandi. Síðsta landskappingardyst vann HB 2-1 móti Víkingi og í kappingini um løgmanssteypið endaði fyrra hálvfinalan 2-2. Útfrá hesum er góður møguleiki fyri, at HB fær stig móti Víkingi, hóast Víkingur undan hesum báðum dystunum hevði gott tak á HB.
Tað kann sostatt blíva ein serliga hending, ið tó ikki er ókend í kappingum uttanlands, at FM-vinnarin ikki spælir á degnum, har FM verður staðfest. Tað er ikki hent ofta í bestu føroysku deildini, um tað er hent. Dysturin har FM-vinnarin fær sítt FM staðfest, plagar at savnað nógv fólk, men í 2022 er góður møguleiki fyri, at hesin dysturin ikki verður.



